Super útferð

Klokkan 14.00 í góðveðrinum í dag fór sunnudagsskúlin útferð. Samstundis bjóðaði missiónshúsið øllum við, sum høvdu áhuga í tí og avlýsti møtið kl.18.
Leiðin gekk yvir í Skák í Rituvík. Tað vísti seg skjótt at vera rætta staðið.
Veðrið var til vildar, og skjótt gloymdu bæði børn og vaksin seg burtur í hyljunum í fjøruni, og í tí spennandi fjøru har er.

So var boðað frá andakt og fólkini samlaðust, eini 150 í tali.
Aldurin frá yngsta til elsta var næstan 90 ár, tí tað yngsta var tvær vikur og elsta næstan 90 ár.
Fyrst vóru nakrir sangir sungnir, áðrenn Dakko hevði andakt. So var aftur sungið, og sjálv andaktsløtan var av.
Tá vóru pylsurnar grillaðar og breyðini hitaði, og so var bara at fáa sær.
Restina av degnum var hugni, prát og sóling á skránni.

Nakað norðanfyri lendingina er fjøra við einum hyli í. Har fóru tey ungu at vassa og baða.
Klokkan seks vóru tey flestu ávegis heim, ella vóru farin heim.
Stóra tøkk til leiðsluna fyri sunnudagsskúlan fyri eina frálíka útferð.

Myndir frá útferðini kunnu síggjast her

Similar Posts