Væleydna barnalega

Í døgunum 28 juni til 2 juli, var tann fyrsta barnalegan hildin í Leguhúsinum í Nesvík.

Teir flestu leiðarnir til hesa leguna vóru frá okkara meinigheid. Tað vóru gott 130 børn tilmeldaði, og so vóru okkurt um 70 leiðarar, tá ið allir eru taldir við, bæði teir leiðarar sum vóru á allari leguni, og teir sum koma at hjálpa til um daganar.

So sigast má at Leguhúsið bleiv brúkt fult út. Vit vóru eisini vælsignaði við góðum veðri, sum sjálvandi hevur nógv at siga.

Vit siga hvør øðrum takk, og somuleiðis takk fyri forbøn, og størstu tøkkina eygur Guð fyri hansara trúfesti.

Lat okkum framvegis biða fyri teimum legum sum verða í Nesvík, og aðrastaðnis í summar.

Her eru nakrar myndir frá leguni.