Logo

Bindimøti byrjar aftur.

Nú byrjar bindimøti ella Sjómanskvinnuringurin aftur, eftir summarsteðgin.

Vit byrja kl. 20.00 og halda á til áleið kl. 22.00.

Vit hugna okkum saman, við stokkum í hond, so hoyra vit framhaldssøgu, umframt at vit hava eina andagt saman. Eisini er ein góður drekkamunnur at fáa.

Vit halda til í loftstovunum í missiónshúsinum.

Allar kvinnur, í øllum aldri, eru hjartaliga vælkomnar.

Similar Posts