Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin og møti verða í morgin. Til møti fáa vit vitjan.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra meira um Faðir Vár. Hesaferð verður tað bønin “gev okkum í dag..”.

Møti byrjar kl. 18.00. Á møtinum í annaðkvøld fáa vit vitjan av Hjalmar Hansen úr Rituvík, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.