Jólastova hjá Barnaringinum

Nú fer hetta hálvárið hjá Barnaringinum at halla, og í tí sambandi hevur Barnaringurin jólastovu mikukvøldið 28. Nov. Kl. 18.00.

Vit fara at hoyra Aage Dyssegaard greiða frá tænastu í Kambodja, og eisini fara vit at hoyra børnini syngja. 

Møguleiki verður hjá foreldrum at keypa tað, sum børnini hava gjørt í vetur. 

Boðið verður til náttverða við Nepalskum mati.

Síðani verður burturluting til frama fyri útimissión. Í tí sambandi verður tikið við tøkk ímóti lutum.

Øll, bæði børn, foreldur, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin til Jólastovuna hjá Barnaringinum, mikudagin kl. 18.00. 

Eitt sindur um familjuna Dyssegaard. Familjan Dyssegaard, sum eru Turið, ættað av Strondum, Aage og døturnar Freja og Bjørk.

Tey hava virkað sum trúboðar í Kambodja, har Aage hevur undirvíst trúboðarabørnum, meðan Turið hevur arbeitt á einum sentri fyri børn og foreldur, sum lítið og einki hava. 

Í dag arbeiðir Aage sum lærari í Tofta skúla. 
Spennandi verður at hoyra frá teirra arbeiði í Kambodja. 

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.