Jólafestinar fyri børnunum – myndir

Jólafestinar fyri børnunum hava verði í dag.
Festin fyri børnini í skúlaaldir byrjaði kl. 15.00. Har hoyrdur við bíbliusøgu og søgu frá Jaspur, sang frá Elisiah, og so var eisini spurnarkapping, áðrenn fari var at ganga um træði, og pakkar vóru býttir út.

Jólafestin fyri teimum yngru byrjaði kl. 18.00. Her høvdu vit fingið vitjan úr Leirvík, at fortelja okkum úr Bíbliuni. Tó var hon ikki fremmand fyri okkum, tað var nevnuliga Tóra sum var komin at vitja.
Eisini fingu vit eina spurnarkapping, og stóð Heini fyri henni, síðani var gingið um træði, og børnini fingu pakkar.

Samanumtikið má sigast at jólafestina gingu væl, tó at tað sást at veðrið ikki var við okkum, við tað at ikki so nógv børn sum vanligt vóru til festinar.

Nakrar myndir kunnu síggjas her frá báðum festunum.

  • 11
  •  
  •  
  •  
  •  
    11
    Shares