MorgunCaféin

Hósmorgun kl. 10.00–12.00 (annanhvønn fríggjadag í vetrarhálvuni)

Ábyrgd: Marjan Nielsen, tlf. 44 83 21

Í mong ár hevur seinnapartsamkoman ella eldrassamkoman verið ein partur av arbeiðinum í Missiónshúsinum, men fyri at røkka fleiri verður tiltakið latið í nýggjan ham. Eitt nú er navnið broytt til MorgunCaféin.

Málbólkurin er ikki so aldursavmarkaður, men eisini onnur, so sum sjómenn og onnur sum hava frí ein hósmorgun, eru vælkomin til morgunkaffi.

Á skránni er hugnalig samvera við einum góðum drekkamunni og práti, onkrun innslagi t.d. ferðafrásagnir, skipstúrar har myndir vera vístar ella líknandi. Endað verður við andakt og bøn.

Er tørvur á bili, kann ein ringja á telefon 225836.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

  •  
  •  
  •  
  •  
  •