Gleðiligt nýggjár í Jesu navni

Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt.
Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir er tú, o Guð!
Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: “Komið aftur tit menniskjunnar børn!”
Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein. 
Sálm. 90,1-4

Takk, Guð, fyri alt, sum hendi,

fyri gávur, tú oss ber,

fyri tíð, sum er at enda,

fyri stundina, sum er!

Takk, Guð, fyri ljósa várið,

fyri myrka, kalda heyst,

fyri hvørt hitt gloymda tárið,

fyri hjartafrið og treyst.

Similar Posts