Blákrossfest og aðalfundur.

Byrja verður kl. 17.00 við aðalfundinum. Tað sum er á skránni er, formansfrágreiðing, rokniskapur og nevndarval. 
Tá ið aðalfundurin er liðugur kl. 18.00, verður bjóða til ein góðan náttverðabita. 
Eftir at náttverðin er komin niðurum, hetta verður uml. kl. 19.00 fara við at hava eitt sang- og kunningar møti. 
Vit fáa kunning frá Magna Højgaard og Martin Kúrberg. Eisini koma Símun og Jógvan Elias, sum standa fyri Ungdómshúsinum at greiða frá arbeiðinum.
Vit fáa fleiri framførðslur. Hesar koma frá Sìmun og Jógvan Elias, og frá Magna og Símun. Umframt hetta koma vit at hoyra sang frá eini kvartett frá Gøtu, og sjálvandi verður eisini nógvur felagssangur.
Torleif Johannesen kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og aðalskrivarin fyri Bláa Kross, Frants Jensen endar kvøldið.
Øll eru hjartliga vælkomin til Blákross fest í missiónshúsinum. 

Similar Posts