Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus bleiv borin inn í Templi fyrstu ferð. 
Møtið sum byrjar kl. 18.00, ber evnið “Kristin í dagsins skúla”.
Á møtinum fara tríggir lærarar at siga eitt sindur frá, hvussu teir uppliva
tað at trúgva á Jesus, og samstundis vera lærari í fólkaskúlanum.
Tað verður spennandi at hoyra teirra royndir og vitnisburð. Givið er tað, at lærarar hava stóra ávirkan á børnini, samstundis sum teir kunnu vera góðar fyrimyndir.
Torleif byrjar við einum orði. Orðið verður eisini frítt til vitnisburð og til spurningar í samband við evnið.
Drekka verður aftaná.
Øll eru vælkomin á møti. 

Similar Posts