fbpx

Missiónsvikan byrjar við familjumøti

Í morgin byrjar missiónsvikan hjá okkum, og byrja vit við familjumøti kl. 17.00.

Á familjumøtinum koma børnini at framføra ein leik um Sakeus, og Frits Thomsen kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Eisini verður innsavnan til sunnudagsskúlaarbeiði.

Eftir familjumøti verður ein góður náttverða biti at fáa.

Øll – børn, vaksin, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin á familjumøti kl. 17.00 í morgin.

Við tað at familjumøti er kl. 17.00 er eingin sunnudagsskúli kl. 14.00.

  •  
  •  
  •  
  •  
  •