Missiónsvikan – Sunnudagur

Nú eru vit komin til síðsta dagin í missiónsvikuni.

Dagurin byrjar kl 11.00 við guðstænastu við altargongd í Fríðrikskirkjuni. Tað verður Ovi Brim sum kemur at prædika.

Kl. 15.00 verður sunnudagsskúli. Vit fara at hoyra barnakóri syngja, og aftaná sunnudagsskúlan verður okkurt gott at fáa.

Síðsta møti á hesum sinni er kl. 19.00. Tað verður Pól Johannessen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og Taborkórið syngur.
Innsavnan verður til Heimamissiónina.

Bønarløta verður kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts