Bindiskeið

Sára Mrdalo frá Navia lærir okkum at binda:
• holmynstur
• strukturmynstur
• sjómansboblur
• ein máta, hvussu ermar kunnu bindast

At hava við:
• nakrar ermastokkar ella rund stokkar nr. 4 (umleið)
• tveir ymiskar litir av tógvi, sum er hóskandi til stokkar nr. 4 (umleið)

Øll, sum luttaka, fáa ymiskar uppskriftir við øllum 5 bindihættunum, og eitt avsláttarkort á 20% til vørur frá Navia. Avslátturin er galdandi vikuna út, men tó ikki av vørum, ið eru niðursett frammanundan. Vit bjóða ein hugnaligan drekkamunn, og eisini verður burtur­luting við fleiri góðum lutum.

Tilmelding á tlf: 223710 / 504204 / 269662
Tilmeldingarfreist: 22. februar
Kostnaður: kr. 100,-
Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til sunnudagsskúlaarbeiðið hjá Heimamissiónini.

Sunnudagsskúlanevndin

Similar Posts