Sunnudagsskúli og møti í morgin

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra tað spennandi søguna um, hvussu tað gekk í bardaganum millum Dávid og Goliat.

Møti byrja kl. 18.00. Í annakvøld fáa vit vitjan frá umboði fyri Ordet og Israel. Tað verður Torben  Mathiesen sum kemur at boða Guðs orð. Hann kemur at tala um evni “spádómanir um Ísrael – tey 4 stigini”

Innsavnan verður til Ordet og Israel.

Við tað, at tað verður innsavnan til Ordet og Israel, verður innsavnanin til missiónshúsið flutt til næsta sunnudag.

Øll eru hjartaliga vælkomin bæði á sunnudagsskúla og møti.

Similar Posts