Arbeiðsdagur í Nesvík

Góðu missiónsfólk kring landið og onnur áhugað!

Næsta leygardag 4. juni er aftur arbeiðsdagur í Leguhúsinum í Nesvík! Hetta er ein dagur, har øll – kvinnur og menn, ung og gomul – kunnu gera mun! 

Byrjað verður við andakt og morgundrekka kl. 9:00 og so verður farið í gongd at arbeiða.
Hesaferð eru arbeiðsuppgávurnar serliga:
– Reingerð
– Mála kømur og loft
– Smærri hegnarbeiði
– Smíða bonk/hálvvegg til spælirúm
– umframt aðrar uppgávur
(sum altíð verða uppgávurnar lagaðar eftir, hvussu mong møta)

Á miðdegi bjóða vit døgurða og arbeiðsdagurin endar kl. 16:00.

Vónandi verða mong við, tí arbeiðsdagarnir muna væl, og úrslitið er til gleði fyri tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum koma á legu! Fyri matgerðina er best, um tit boða frá luttøku – á telefon 230076, til jenspauli@mission.fo ella á facebook-bólkinum “Leguhúsið í Nesvík”.

GG: Um onkur noyðist at koma kvøldið fyri, ber sjálvandi til at gista í Leguhúsinum!

Fyribils takk og við bøn um Guds signing!

Leguhúsið í Nesvík

Similar Posts