Aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi møti á Toftum og í Havn

Anne Babb, aðalskrivari hjá altjóða Bláa Krossi, vitjar komandi dagarnar í Føroyum. Hon talar og greiðir frá altjóða blákrossarbeiðinum á møti á Toftum leygarkvøldið 4. juni kl. 20 og í Havn sunnukvøldið 5. juni kl. 18

Tað er ikki á hvørjum degi, at Blái Krossur hevur tílíka vitjan, sum vit hava næstu dagarnar. Og langt er síðani seinast, at sjálvur aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi hevur vitjað í Føroyum.

Leiðslurnar í blákrossfelagsskapunum í Norðurlondum koma saman einaferð um árið at tosa um felags viðurskifti. Fundurin skiftir millum Norðurlondini, og hesaferð er fundurin í Havn 6. og 7. juni.

Í hesum sambandi er aðalskrivarin hjá altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, í Føroyum. Anne er úr Finnlandi og hevur verið aðalskrivari í altjóða Bláa Krossi síðstu fýra árini. Nú hon er í Føroyum, tekur hon eisini lut á tveimum møtum, nevniliga í missiónshúsinum á Toftum leygarkvøldið 4. juni kl. 20, og sunnukvøldið 5. juni kl. 18 í Meinigheitshúsinum í Havn. Hon fer í orðum og myndum at greiða frá tí víttfevnandi arbeiði, ið Blái Krossur ger úti í heimi.

Tulkað verður til føroyskt.

Møtini eru almenn og øll eru vælkomin.

Similar Posts