Sunnukvøldsmøti – Teen Street

19/8-2016

Sunnudagin verður møti kl. 18.00. Tey sum koma at hava møti verða tey ungu, saman við leiðarum sum vóru á Teen Street í summar.

Teen Street er eitt av arbeiðunum sum OM ger. OM er best kent fyri skipini sum sigla runt heimin, og boða gleðiboðskapin og hjálpa við ymiskum arbeiðum. Tað er eisini her Fríði Dam er virkin, nevnuliga umborð á skipinum Logos Hope.

Fríði Dam er útsendur frá okkara meinigheit, og er hann tí okkara ábyrgd í bøn og fíggjarligur stuðli. Tí fara vit í samband við møti sunnukvøldið at hava innsavnan til arbeiði sum Fríði Dam gera umborð á Logos Hope.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møti kl. 18.00

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.