Dekratiónskvøld í annaðkvøld

2/12-2016

Í annaðkvøld verður tann árliga dekratiónsdagurin. Tað eru tey ungu sum skipa fyri, at gera dekratiónir, sum síðani verða bornar út til tey eldru í okkara bygdum.

Byrja verður kl. 17.30 við at gera dekratiónina, og umleið kl. 19.00 verður fari út við dekratiónunum.

Øll eru hjartaliga vælkomin við, og serliga er brúk fyri nakað av eldri fólki, sum kunnu standa fyri bókunum sum fara út.

Tá ið komi verður aftur í missiónshúsið, verður ein góður drekkamunnu við rísalamande at fáa. Eisini skipar ungdómurin fyri eini burturluting.

Onnur tíðindi