Vit syngja jólini inn – møti í kvøld
4/12-2016
Møti byrjar kl. 18.00.
Í kvøld ber møti heiti “vit syngja jólini inn”. Vit hava haft í nøkur ár, hetta møti, har vit koma at syngja og hoyra sang, sum hevur samband við jólini.
Tabor kórið kemur at syngja fyri okkum í kvøld, og sjálvandi verður eisini nógvur felagssangur.
Tað er fyristi sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.