Jólafestinar fyri børnunum í morgin.

26/12-2016

Jólafestinar fyri børnunum verða í morgin.

Jólafestin fyri børnunum undir skúlaaldur byrjar kl. 15.00. Vit hoyra jólaboðskapin, syngja jólasangir og fáa pakkar og drekka.

Jólafestin fyri børnunum í skúlaaldri byrjar kl. 18.00. Her hoyra vit eisini jólaboðskapin, og Ernst Magnussen fer at greiða frá arbeiðinum sum hann og konan gera í Theilandi. Eisini kemur Jóhanna Sámalsdóttir at syngja ein sang.

Verðið hjartaliga vælkomin til jólafest í missiónshúsinum.

Similar Posts