Missiónsvikan nærkast

31/1-2017

Missiónsvikan hjá okkum, sum verður í døgunum 12-19 februar, nærkast í hvørjum.

Sum skipa hevur verði fyri undanfarin ár, so verða aftur í ár, bønarløtur vikuna áðrenn missiónsvikuna. Tað vil siga at frá 6-11 februar.

Vanliga hava hesar bønarløtur verði í privatum heimum, men í ár er ætlanin at hava bønarløtunar í missiónshúsinum.
Bønarløtunar verða í loftstovuni, og byrja verður kl. 21.00. Eftir bønarløtunar verður ein drekkamunnur at fáa.

Øll er hjartaliga vælkomin til hesar bønarløtur, og sjálvandi eisini dagliga at biða fyri okkara missiónsviku.

Similar Posts