Missiónsarbeiði 100 ár – ynskja myndir

16/3-2017

Hevur tú gammlar myndir frá missiónsarbeiðinum á Toftum?

Missiónsarbeiðið á Toftum verður 100 ár í ár.

Tað skal hátíðarhaldast 22. apríl við móttøku og føðingardegi.
23 – 24. septembur verður eisini hátíðarhald og annað spennandi á skránni.

Í hesum sambandið leita vit eftir gomlum myndum, sum lýsa missiónsarbeiðið.

Hevur tú myndir liggjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hilmar Højgaard á tel. 748056. Hann vil so taka kopi av myndunum og so fáa tit tær aftur.

Takk fyri so nógvar og ymiskar myndir sum gjørligt. Tabor hevur eisini stovnað ein opnan Facebook-bólk, har fólk sjálvi kunnu leggja myndir inn av missiónsarbeiðinum.

Navnið á facebook bólkinum er: Missiónsarbeiðið á Toftum 100 ár 

Her eru nakrar gamlar myndir. Annars kunnu fleiri gamlar myndir síggjast i myndasavninum, og á facebook síðuni.

[modula id=”6847″]

Similar Posts