fbpx

100 ára hald fyri missiónsarbeiðið.

21/4-2017

Tað er í morgin at tann stóri hátíðardagurin verður, nú tað í ár eru 100 ár liðin, síðani missiónsarbeiðið byrjaði her hjá okkum.

Dagurin verður hildin í missiónshúsinum leygardagin frá kl. 15 til 18.

Á skránni verða sangframførslur, andakt, frágreiðing frá arbeiðinum hesi 100 árini, umframt at heilsanir eisini verða bornar fram.

Afturat hesum verður ein stór myndaframsýning, sum hongur uppi í missiónshúsinum. Her eru gamlar sum nýggjar myndir, sum vísa missiónsarbeiðið gjøgnum tíðinar.

Ein góður drekkamunnur verður eisini at fáa.

Øll eru so hjartaliga vælkomin til tiltakið í morgin.

  •  
  •  
  •  
  •  
  •