Sunnudagsskúli og møti

23/4-2017

Sunnudagsskúli og møti verða í dag.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 15.00. Vit fara at hoyra Ólavur siga okkum frá um eina framsýning, sum er í Tabor. Tað er um missiónsarbeiðið, sum hevur verið á Toftum í 100 ár. Á fransýningini eru ymisk ting og nógvar myndir, vit kunnu hyggja eftir.
Vit fara eisini at hoyra um Jónas. Minnast tit hann? hvat skuldi hann gera og hvat gjørdi hann? Vit fara at syngja og hoyra søgu. Eisini kunnu vit lata onkra krónu í bússuna hjá Sat7-kids. Vælkomin á sunnudagsskúla.

Møti byrjar kl. 18.00. Í kvøld verður tað Jaspur Langaard sum kemur at tala.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og hevur tú ikki sæð framsýningina, sum hongur uppi í missiónshúsinum, so er møguleiki at síggja hana.

Similar Posts