Tiltak: Varðveit siðbundna hjúnarbandið

25/5-2017

Í samband við triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai 2017 kl. 13.

Endamálið er at vísa Føroya Løgtingi okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini, og soleiðis vísa, at vit eru samd við Føroya biskupi, tá ið hann sigur: “Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu.”

Skráin:

  • Vælkomin
  • Felagssangur: Boðar tú til allar tjóðir
  • Kunning um tiltakið
  • Biðja Faðir vár
  • Tjóðsangurin

Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum, vóna, at fólk møta fjølment.

Um tað ikki liggur fyri hjá tær at fara til Havnar leygardagin, er møguleiki at koma inn í missiónshúsið kl. 13.00, og har verða við í bøn fyri tiltakinum og endamálinum við tiltakinum.

Similar Posts