Føroyskt bíbliuskeið í Ísrael

8/7-2017

Í hesum døgum skipar Ísraelsmissiónin fyri bíbliuskeiði í Ísrael.
Ferðalagið, ið telur 25 føroyingar, býr í húsinum hjá Ordet & Israel í Poriya sunnanfyri Tiberias við Genesaretvatni.

Bíbliuskeiðið er fjølbroytt, og á skránni eru bíbliutímar og andaktir morgun og kvøld. Harafturat er tann undirvísing, sum fer fram, tá ið vitjað verður á fleiri av kendu bíbilsku støðunum.

Tvær kibbutzir eru eisini vitjaðar, har greitt hevur verið frá kibbutzlívinum.
Onnur hevur eitt sertsakt “hjálpararbeiði” fyri jødum, sum flyta til Ísraels at búgva.

Veðrið hevur verið sera gott, ja, nærum ov gott. Hitastigini hava fleiri ferðir verið omanfyri 40 stig,
so nógvir litrar av vatni eru farnir niðurum.
Tíð er eisini til svimjing á Genesaretvatninum ella í onkrum av svimjihyljunum, sum eru nærhendis húsinum.

Ferðalagið hevur eisini verið við til “gudstænastu” í eini jødiskari synagogu og verið við til gudstænastu saman við messianskum jødum.
Saman við ferðalagnum er ein donsk vertfamilja búðsitandi í “Det danske hus”, sum tað verður rópt.

Ferðalagið fór úr Føroyum 26. juni og verður aftur 14. juli.
Ferðaleiðarar eru hjúnini Marna og Frants Jensen og Petra og Johan Henriksen.
Ferðalagið letur heilsa. Tey hava tað bæði gott og heitt.
Shalom!!

Okkara fólk frammanfyri Tabor fjalli
Det Danske hus i Poryia
Lutakarar á ferðini
Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.