Heilsan úr Thailandi

17/8-2017

Heimasíðan hevur fingið eina heilsan frá Ernst og Khem úr Thailandi. 

Inngangur
Góðu vinir. Her er enn ein heilsan úr Thailandi. Ikki so nógv nýtt og spennandi; mest kunnandi um tað, sum er hent síðani seinast. Vónandi gleðir tað tykkum at frætta, og um tit ynskja at lesa heilsanina upp á møtum ella aðrastaðni, geri tað so endiliga. Vinarliga verði varin við myndunum og ikki leggja tær út á sosialu miðlarnar.

Innihald

  • Summarlegan endar.
  • Presturin í farloyvi
  • Skipaðir bíbliubólkar
  • Kølipumpurnar fingið streym.
  • Bygdin Takon-Jang
  • Akum og familjan fingu forlongt innfararloyvið
  • Endi

Summarlegan endar.
Sum nevnt í undanfarnu heilsan, so var summarlega hildin í kirkjuni í apríl og maj. Legan endaði við eini framløgu og heiðursbrævahandan (diplom). Børnini framførdu sang við dansi og stuttum dramaleiki. Tey vóru býtt í bólkar:  barnagarðsbørn til og við annan flokk, triði og fjórði flokkur, fimti og sætti flokkur, og sjendi flokkur og uppeftir. Tey framførdu eftir tørni, og alt fór fram á enskum. Tað kláraðu tey sera væl. Øll børnini, sum høvdu luttikið á leguni, fingu heiðursbræv, og tey, sum høvdu møtt væl upp og klára seg serliga væl, fingu harafturat eina peningagávu sum premiu. Børn og foreldur vóru væl nøgd við kvøldið og leguna sum heild. Vit sum skipaðu fyri leguna vóru eisini væl nøgd. Hetta kvøldið fingu børnini eisini tilboð um at halda áfram at koma í kirkjuna til skipaða undirvísing í maj og frameftir. Undirvíst verður í enskum og kristni hvønn leygar- og sunnumorgun.

Legan var partvíst fíggja úr Føroyum og takka vit fyri gávuna.

Presturin í farloyvi
Youmi Che, sum er trúboðari úr Suður-Korea, hevur sett á stovn og leitt kirkjuna, Maha-Sarakham Methodist Church, í nærum átta ár. Eftir at hava arbeitt hart og havt lítið frí hesi farnu átta árini, er hon nú farin í farloyvi í tríggjar mánaðir. Stórsta partin av tíðini verður hon í heimlandinum  saman við familju og vinum.

 Meðan presturin er í farloyvi, røkja tey sum eru í stýrinum leiðslu-uppgávurnar og tær praktisku uppgávurnar. Higartil hevur tað gingið væl. Gudstænastur og møtir hava verið sum vant. Ein suðurkoreani hevur hjálpt til við prædiku og altargongd. Hann er trúboðari í Thailandi, og er her saman við konu og trimum børnum.

Tá Youmi kemur aftur í september, kemur ein ung suðurkoreansk genta saman við henni at hjálpa henni við arbeiðinum. Hon kemur sum volontør (sjálvboðin) og verður væntandi í kirkjuni í fleiri mánaðir.

Skipaðir bíbliubólkar
Áðrenn Youmi fór í farloyvi, skipaði hon soleiðis fyri, at øll fóru í bíbliu- bólkar. Í hvørjum bólki eru 5-7 fólk. Hvør bólkur møtist eina ferð um vikuna. Bókin “Lívið sum lærusveinur” verður gjøgnumgingin. Bókin viðger ymsik evni, sum eru grundleggjandi fyri ta kristnu trúnna, og er serliga viðkomandi fyri tey,  sum eru nýggj í trúnni. Fyri tey, sum hava verið trúgvandi leingi, er innihaldið í bókini ein góð áminning um tey týdningingarmiklu virðini í kristna lívinum. Bókin er 16 kapitlar, har ein kapittul verður gjøgnumgingin um vikuna. Ætlanin er, at øll skulu hava gjøgnumgingið bókina, áðrenn Youmi kemur aftur.

Trífasaður streymur lagdur í kirkjuna
Síðani kirkjan stóð liðugt bygd í februar 2015 er ymiskar forbetringar gjørdar. Fyrst bleiv ein køkur bygdur aftan fyri kirkjuna. Síðani blivu kirkjubeinkir úr Suður-Korea settir upp í kirkjuskipinum. Beinkirnir blivu sendir úr Suður-Korea í eini flytibingju og serkønir handverkarar úr S.-K. komu at seta beinkirnar upp. Tann seinasta í røðini var íbindingin av trífasaðum ravmagni. Hesum hevur verið bíðað eftir líka síðani kirkjan bleiv bygd, men ymiskir trupulleikar hava seinka íbindingini. Nú trífasað  ravmagn er komið ber til at tendra allar kølipumpurnar (air kondition), sum blivu uppsettar, tá kirkjan bleiv bygd. Tískil er tað munandi svalligari at vera til gudstænastu sunnumorgun, og tað eru øll sera glað fyri. Men hetta kostaði nógv, og nakað av upphæddini bleiv fíggjað úr Føroyum. Takk fyri.

Bygdin Takon-Jang
Bygdin Takon-Jang er áður nevnd í eini undanfarnari heilsan. Takon-Jang er ein bygd, sum liggur við ánna Chee, sum rennur ígjøgnum Maha-Sarakham. Vit vitjaðu ikki í bygdini, meðan summarfrí var, men bjóðaðu børnunum at koma á legu. Tað kom tíverri einki barn á legu úr bygdini. Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, hava vit avgjørt aftur at vitja  bygdina. Hósdag seinnapart fara vit í heimið hjá May og Moh, har eini fimm børn koma til handaarbeið, enskt og andakt.

Akum og familjan fingu uppihaldsloyvi
Akum, sum er úr Nagalandi í India, bleiv nevndur í undanfarnu heilsan. Hann, konan og barn teirra, sum hava verið í norður Thailandi í nøkur ár, skuldu forleingja upphaldsloyvið, áðrenn fyrsta juni , men manglaðu fígging til umsøknina. Við góðari hjálp úr Føroyum fekk familjan longt upphaldsloyvið enn eitt ár. Tað er fyrstu ferð í tey trý árini tey hava búð í Thailandi, at tey fingu forlongt uppihaldsloyvið í tólv mánaðir. Tey halda áfram við at læra seg thailendskt og at arbeiða ímillum thailendarar av Karen fólkaslagnum.

Takk fyri gávuna.

 Endi
Enn einaferð er ein summarfrítíð í Thailandi liðug. Summarfrítíðin í Thailandi er uml. tveir og ein hálvan mánað. At hava frí frá dagliga starvinum, sum lærari, gevur mær møguleika at vera virkin í arbeiðinum, sum verður gjørt í kirkjuni í apríl og maj. Tað eri eg sera glaður um at kunna taka lut í. Tað er eisini so ríkt at síggja, hvussu Harrin virkar ígjøgnum hesi tiltøk og brúkar okkum í sínum verki  í Thailandi.

Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, eri eg aftur til arbeiðis sum vant. Mítt starv í barnagarðinum er sera spennandi og avbjóðandi. Í barnagarðinum eru fjúrtan lærarar um 220 børn í sjey stovum. Eg undirvísi í enskum ein hálvan tíma í hvørjari stovu hvønn dag.

Til seinast vil eg heilsa tykkum við einum orði, sum eg eri so góður við.

        Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.  (Evangeliið eftir Jóhannes 15, 5)

Similar Posts