Innsavnan til nýggja ljóðpult

Nú eru skjótt 10 ár liðin síðani verandi ljóðpultur varð fingin til vega, men sum orðatakið sigur, so hevur alt sína tíð. Soleiðis má eisini sigast um verandi ljóðpult.
Hann hevur verið okkum sera góður, og var hann til sína tíð, sera framkomin.
Tøknin hevur ment seg sera nógv hesi árini og somuleiðis eru tøkniligu funktialitetirnir í Tabor nógv broyttir, eitt nú við stroymingini og nýggja pallinum.

Somuleiðis hevur aldurin sett sítt merki á hann við sliti og smáskaðum.

Ein tøkniligur bólkur, har Jógvan Olsen, Kaj Eli Hansen og Hans Jákup Elkjær hava verið í, hevur kannað møguleikar at keypa nýggjar ljóðpult.

Bólkurin hevur fingið eitt tilboð frá einum veitara uppá ein Behringer X32 (sí mynd) við eini talgildari stagebox, á kr. 31.000,- við MVG.

Tað er tí við frímóði og vónandi góðari undirtøku at vit fara at savna pening til ein nýggjan ljóðpult.

Takk fyri um tú vilt stuðla 🙂

Vegna arbeiðsbólkin

Jógvan Olsen,
Kaj Eli Hansen
Hans Jákup Elkjær

Trýst á hesa leinkjuna fyri at taka niður stuðulsbrævið

Tú kanst eisini stuða við upphædd, við at nýta Netbankan. VIÐMERK “NÝGGJAN LJÓÐPULT”

Konta til stuðulin av nýggja ljóðpultinum: BankNordik: 6460–101.798.7

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.