Persónar

Ungdómsmøti fær vitjan

Til ungdómsmøti kl 20.00, í annaðkvøld fáa vit vitjan av Henrik Nymann Eriksen.

Henrik er forstandari á bíbliuskúlanum hjá Luthersk Missión í Danmark, vanliga kallaður LMH.  LMH stendur fyri Luthersk Missións Højskole.

Hetta er ein bíbliuskúlin, sum gjøgnum tíðinar hevur haft nógvar føroyingar sum næmingar, eisini eru tað fleiri frá okkara meinigheid sum hava gingið á skúlanum í hálvt ella heilt ár.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møti, ung sum eldri.

Similar Posts