Streingjakórið

Missiónsarbeiðið 100 ár og Streingjakórið 60 ár

Leygardagin og sunnudagin verða møtir í missiónshúsinum.

Hetta er í samband við, at missiónsarbeiðið er 100 ár í ár, og eisini í samband við at Streingjakórið verður 60 ár.

Møti verður í annaðkvøld kl. 19.00. Hetta møtið er serliga fyri at hátíðarhalda Streingjakórið.

Í hesum sambandi ynskir leiðslan fyri Streingjakórið at bjóða øllum, sum gjøgnum árini hava sungið við Streingjakórinum, at koma og syngja við kórinum til møtið í annaðkvøld.

Øll, sum ynskja at syngja við aftur hetta kvøldið, eru vælkomin at møta í missiónshúsinum kl. 17.30 í morgin, har vit fara at venja nakrar sangir, sum so verða sungnir til møti kl. 19.00.

Leiðslan vónar, at so nógv sum møguligt kunnu verða við til at hátíðarhalda henda runda dagin hjá Streingjakórinum.

Similar Posts