Missiónsarbeiðið 100 ár

Í annaðkvøld verður aftur eitt serligt møti, í samband við at missiónsarbeiðið her hjá okkum er 100 ár.

Vit byrja í annaðkvøld kl. 17.00, har bjóðað verður til ein góðan náttverðabita.

Møti byrjar kl. 18.00. Á møtinum syngur Tabor kórið, umframt tað fáa vit vitnisburðar frá 3 fólkum, sum serliga leggja dent á , hvat missiónsarbeiðið hevur havt at týða fyri tey.

Eftir møtið verður ein góður drekkamunnur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði at fáa sær náttverða kl. 17.00 og ein góðan drekkamunn aftaná møtið.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.