Børn syngja

Barnaringurin jólastovu

Í annaðkvøld kl. 18.00 fer barnaringurin at hava Jólastovu.

Vit fáa vitjan av Guðni Andreasen, sum kemur at siga frá tíðini í Manila, og eisini fara børnini at syngja.

Eins og vanligt, so verður søla av lutum sum børnini hava gjørt í vetur. Aftaná verður ein góður náttverðabiti at fáa.

Kvøldið endar við burturlutan til frama fyri útimissión, í hesum samband verður tikið við tøkk ímóti lutum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Jólastovu hjá Barnaringinum mikukvøldi kl. 18.00.

Similar Posts