Junior í kvøld
Junior verður aftur í kvøld kl. 19.00. Í kvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og so fara vit eisini at syngja og hugna okkum saman. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.
Junior verður aftur í kvøld kl. 19.00. Í kvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og so fara vit eisini at syngja og hugna okkum saman. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.
Tað verður eingin sunnudagsskúli í morgin kl. 14. Hetta tí at lega er í Nesvík, og har verður ein familjuguðstænasta kl. 11. Møti verður kl. 18.00. Til møti fáa vit vitjan av toyminum sum var í Grønlandi í summar. Tey koma at boða Guðs orð fyri okkum, og eisini koma tey at syngja fyri okkum.
Eingin sunnudagsskúli, men møti har vit fáa vitjan Read More »
Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hildugunn Steinhólm sum kemur at hava bíbliutíman, og teksturin verður frá Efesus brævinum kapittul 5. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bønarløta og bíbliutími Read More »
Fríggjadagin 27. oktober 19.00: Móttøka – koma og innkvartering 19.15–20.00: Suppa 20.15 Familjumøti v/Kristian Martin úr Fuglafirði og barnakórinum á Strondum Drekka 23.00 Góða nátt Leygardagin 28. oktober 8.00 Morgunrenning v/Arnfinn, Elsibeth, Helga og Olgu 9.00 Morgunmatur – andakt 10.00 Súsanna og Heini fortelja um Markus 10.00 Barnahugni 12.00 Frokost 13.30–17.00: Fjallatúrur v/Anju og Boga
Skráin fyri Toftaleguna Read More »
Bindimøti verður aftur í annaðkvøld kl. 20.00. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.
Bindimøti í annaðkvøld Read More »
Nú byrjar Junior aftur eftir summarsteðgin. Vit byrja aftur í kvøld kl. 19.00 Allir Juniorar í 5-7 flokk eru hjartaliga vælkomnir.
Junior byrjar aftur Read More »
Komandi sunnudag verður eingin sunnudagsskúli og einki møti. Víst verður til Stórmøtini hjá Heimamissiónini í Bylgjuni í Runavík. Sí skrá her
Sunnudagurin 22. oktober Read More »
Bønarløta og bíbliutími verður í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at hava bíbliutímin, og teksturin er frá Efesus brævinum kap. 4. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bíbliutími í annaðkvøldd Read More »
Barnaringur verður aftur í morgin kl. 17.30. Vit byrja við at syngja saman, og í morgin fara vit at hoyra um Christimas Child gávueskjuna. Eftir tað fara vit at gera ymiskt handaligt. Øll børn frá 5-14 ár eru hjartaliga vælkomin.
Barnaringur í morgin Read More »
Møti í annaðkvøld kl. 18.00 verður eitt sangmøti. Vit fáa vitjan av harmonikuvinum, sum koma at spæla undir til felagssangin, og tað verður nógvur felagssangur á skránni. Eisini koma menninir úr Undirhúsinum at syngja fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sangmøti í annaðkvøld Read More »