Blákrossfest sunnudagin

Sunnudagin 7 januar verður árligi aðalfundurin/festin hjá Tofta-/Rituvíkar Blákrossfelag. Festin í ár verður í missiónshúsinum.

Í ár verður byrja kl. 17.00 við einum góðum náttverðabita. Eftir náttverðan, verður sjálvur aðalfundurin.

Eftir aðalfundin verður møti, har Taborkórið syngur, Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya talar, og Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, kemur at greiða frá arbeiðinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts