Mynda colasja

Føðingardagsmøti – myndir

Missiónshúsið hevði føðingardag í gjár, tað bleiv 24 ár.

Møti var merkt av hesum. Tað vóru bara lokal sum virkaði við á møtinum, og har vóru sangframførðslur bæði frá Streingjakórinum og Petur Hans Hansen við bólki og Leila Højgaard.

Tað var Krista Magnussen sum hevði orðið til okkum, og tók hon støði út frá teimum, 3 skriftsøðunum sum vóru í salinum á gamla missiónshúsi. Skriftsøðini eru

  • 1. Pæt. 4,11: Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð
  • Jóh. 1,29: …Sí Guðs lambið, sum ber synd heimsins!
  • Jóh. 1,12: Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn

og framvegis í dag stendur skriftsaði frá Jóh. 1,29 á vegginum í núverandi missiónshúsið.

Eisini hevði Torleif Johannesen eina kunning um minnisriti sum er bori út í hvør hús í kommununi.
Somuleiðis fekk Torleif eina heilsan og gávu frá meinigheitini, nú hann hevur verðið í starvi hjá Sjómansmissiónini í 25 ár.

Eftir møti var ein føðingardags drekkamunnur at fáa.

Her eru nakrar myndir frá føðingardagsmøtinum í gjárskvøldi.

Similar Posts