Síðsti dagur á missiónsvikuni – sunnudagur

Í morgin eru vit komin til síðsta dagin í missónsvikuni hesaferð.

Dagurin byrjar við altargongd guðstænastu í Fríðrikskirkjuni kl. 11.00. Ovi Brim prestur prædikar.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 15.00. Í morgin verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at boða orðið, og vit koma at hoyra restina av framhaldssøguni.

Missiónsvikan endar so í annaðkvøld kl 19.00. Tá verður møti við Per Tveten, sum tala til okkara. Sangin fáa vit frá okkara egna Taborkórið.
Í annaðkvøld verður eisini innsavnan til arbeiðið hjá Heimamissiónini.

Bønarløta verður ½ tíma áðrenn møti, tað vil siga kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin, til øll tiltøkini.

Similar Posts