Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum í morgin fara vit nú at byrja at hoyra um páskinar. Teksturin í morgin eru um tá ið Jesus ríður inn í Jerusalem.

Møti byrjar kl. 18.00. Á møtinum verður tað ein av okkara útisetum, sum nú er fluttur heim, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Tað er Jóhannus Mikkelsen, sum kemur at tala um evni “andans ávøkstur”.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Similar Posts