Bíbliutími/frálæra í Fríðrikskirkjuni.

Bíbliutímin í annaðkvøld er fluttur út í Fríðrikskirkjuni. Hetta í samaband við at okkara prestur Ovi Brim fer at hava frálæru í evninum  “ein luthersk dópsáskoðan”.

Soleiðis skrivar prestur:

DÓPSFRÁLÆRA Í NES PRESTAGJALDI

“Eg doypi teg til navns faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.” Hesi orð er kirkjufólkið vant við at hoyra. Men hvør er dópsins gáva? Hvat verður rætt okkum í dópinum? Og hvussu er við trúnni? Er hon neyðug?

Til tess at svara slíkum spurningum, verður skipað fyri dópsfrálæru við heitinum: Ein luthersk dópsáskoðan.
Tað er mikukvøldið í Fríðrikskirkjuni kl. 20.00 og
hóskvøldið í Gøtu kirkju kl. 20.00.
Sama frálæra er í báðum kirkjum.
Prestur undirvísir. Kvøldini er væntandi liðug kl. 22.00. Bíbliutímin í missiónshúsunum báðum verður tískil avlýstur nevndu kvøldini.

Vælkomin øll!

– Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist. Gal 3,27

Onnur tíðindi