Persónar

Spennandi sangvitjan

Hóskvøldið 3. mai kl. 20.00 verður spennandi sangmøti í missiónshúsinum.

Tá fara kendu norsku sangevangelistarnir Marit og Irene at syngja og vitna.
Tær hava sungið saman í góð 40 ár og hava givið nógvar fløgur út.
Harafturat hava tær við sangum, talum og vitnisburðum ferðast Norra upp og niður í áratíggir.

Taborkórið kemur eisini at syngja.

Aftaná verður drekka.

Høvið verður at lata eina gávu til Sjómansmissiónina, sum verður 100 ár í ár.

Øll eru vælkomin.

Her er eitt video við teimum báðum, har tær syngja sangin “lít á Guð”

Onnur tíðindi