Útferð sunnudagin kl. 14.00

Um Guð vil og vit liva, og veðrið er til vilda, er ætlanin at skipa fyri eina útferð sunnudagin kl. 14.00. Útferð verður skipa soleiðis, at bæði sunnudagsskúlin og møti hava útferðina saman.

Ætlanin er at fara út á Kolsstein.
Dakko kemur at hava eina andagt, og so fara vit eisini at spæla og hugna okkum saman.

Okkurt verður eisini til matna, meðan kaffi/te og annað drekkandi tekur man sjálvur við.

Vegna útferðina verður eingin sunnudagsskúli kl. 14.00 og einki møti kl. 18.00 sunnudagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin við.

Um broytingar koma, verður kunna um tað

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.