Ungdómsmøti í kvøld
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00.
Hetta verður síðsta regluliga ungdómsmøti hetta hálvári, tí nú fer summarnevndin at taka yvir.
Men við tað at hetta er síðsta regluliga møti, fara vit at gera eyka burturúr, tí í kvøld fara vit nevnuliga at grilla, og saman við grillingin fara vit at hava eina andagt, og hugna okkum saman.
Vit møtast í missiónshúsinum kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.