Serlig vitjan á møtinum í morgin.

Til møti í morgin kl. 18.00, fáa vit eina serliga vitjan.

Tað er ein av okkara góðu vinum úr Týsklandi, nevnuliga Jacobus.

Hann er her í feriu saman við einum ungun manni úr Rumenia.

Jacobus kemur at tala Guð orð fyri okkum, og Andrias Magnussen kemur at umseta. Eisini kemur at Jacobus at greiða frá hvat hann nú fæst við í Týsklandi.
Vit fáa eisini nógvan sang. Hetta verður bæði frá Streingjakórinum og frá Petur Hans við bólki.

Eftir møti verður ein náttverða biti at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin á møti.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.