Sunnudsgsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Guðs navn. Guðs navn er heilagt, hvat merkir tað? Tað fara vit at hoyra nærri um á sunnudagsskúlanum í morgin.

Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað nýsetti aðalskrivarin hjá Heimamissiónini, Andrias Magnussen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Similar Posts