Missiónsvikan – síðsti dagur

Í morgin er síðsti dagur á missiónsvikuni, hjá okkum, í ár.

Dagurin byrjar kl. 11.00 við altargongds guðstænastu har okkara prestur Ovi Brim kemur at tala.

Kl. 15.00, og ikki kl. 14.00, verður sunnudagsskúla. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Dávid var salvaður til kong.

Síðsta møti verður kl. 19.00. Torleif Johannesen kemur at boða Guðs orð fyri okkum, og okkara egna Taborkórið kemur at syngja.

Hetta síðsta kvøldið verður eisini innsavnan til Heimamissiónina.

Bønarløta verður kl. 18.30.

Barnaansing eru undir møtinum, fyri børn undir skúlaaldur.

Verðið hjartaliga vælkomin á til øll tiltøkini.

Similar Posts