Myndir frá leygardegnum og sunnudegnum

Her koma nakrar myndir afturat.

Myndinar eru frá tiltøkunum sum vóru leygar- og sunnudagin.

Tað var nógv á skránni, serliga leygardagin, har byrja var við morgunmati, so síðani Bíbliutíma, sum Sverri Steinhólm hevði. Seinnapartin var barnamøti, sum Jóna Hansen hevði, og ELISHA sang, og endaði dagurin við møti, har Torleif Johannesen talaði, og Effata av Strondum sang.

Myndinar sunnudagin eru av møtinum um kvøldi, har Torleif talaði, og okkara egna Tabor kórið sang.

Myndinar kunnu síggjast her.

Similar Posts