Ungdómsmøti í annaðkvøld

Ungdómsmøti verður í annaðkvøld kl. 20.00.

Tað verður ein serlig vitjan sum vit fáa á møtinum í annaðkvøld. Tá fáa vit vitjan av umboðum frá Menighedsfakultetet (MF) í Århus. MF er ein skúli, sum supplerer tey sum lesa innanfyri gudfrøði.

Tey koma at boða Guðs orð fyri okkum, umfram at kunna um hvat MF hevur at bjóða fram sum skúli.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts