Blái Krossur Føroya Landsfund

Komandi vikuskifti 16-17 mars, kemur Blái Krossur Føroya at hava aðalfund og Landsstevnu í missiónshúsinum.

Byrja verður leygardagin kl. 14.00 við aðalfundi, síðani verður eitt áhugavert pallborð, sum byrjar kl. 15.30. Umboð fyri allar teir politisku flokkanar verða við, og evni fyri pallborðið er “øll hava rætt til góð barnarár – týdningurin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum har rúsur er ein avbjóðing”.
Eisini koma sløkkiliðsmenninir at virka við, við sangi.

Kl. 20.00 verður eitt Blákross ungdómsmøti.

Sunnudagin 17 mars, verður sunnudagsskúli á skránni kl. 14.00. Her verður tað Tóra Norðgerð sum kemur at hava bíbliusøgu, og okkara egna barnakór kemur at syngja. Eftir sunnudagsskúlan fáa børnini okkurt gott og spennandi.

Landsfundurin endar við einum “syng við” tiltaki kl. 18.00. Her fáa vit vitjan av Harmonikuvinum, sum koma at spæla undir til góðan felagssang.

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini sum verða komandi vikuskifti í missiónshúsinum.

Skráin fyri daganar kann eisini lesast her.

 

 

Similar Posts