Væleydnað eydnuhjól.

Leygardagin hevði missiónshúsið eydnuhjól í fimleikarhøllini í skúlanum.

Tað eru nógv ár síðan, at missiónshúsið seinast hevur skipað fyri eydnuhjóli. Tá ið samlað bleiv inn til at byggja núverandi missiónshús, vóru fleiri eydnuhjól fyriskipað, men síðst eydnuhjól hevur verði, var í 2002.

Missiónshúsið er nú vorðið 25 ára gamalt, og sum alt her í verð, so slítist eitt tílíkt hús eisini, og hevur tørv á viðlíkahaldi.

Tá ið fyrispurningur kom til stýrið fyri missiónshúsið, um tað ikki var eitt hugskot, aftur at skipa fyri einum eydnuhjóli, var við tað sama tikið undir við tí, og dato sett á, nær eydnuhjólið skuldi vera.

Hetta varð so leygardagin 30 mars. Stuttligt var at síggja, hvussu nógvir lutir vóru komnir inn, harav nógvir hondgjørdir lutir, bæði sum bundin pløgg, smíðaðir lutir, umframt málningar, myndir, gávukort og keyptir lutir, sum vóru latnir til eydnuhjólið.

Bygdarfólkið og nakað av avbygdarfólki tóku sera væl undir við eydnuhjólinum, og gav hetta eisini eina stóra upphædd til arbeiðið í missiónshúsinum.

Til eydnuhjólið komu gott 150.000 krónur, sum stýrið fyri missiónshúsið takkar hjartaliga fyri.

Størstu tøkkina eigur Guð fyri hansara ríku signing og trúfesti.

Stýrið

Myndir frá kvøldinum kunnu síggjast her.

[foogallery id=”5089″]

.

Similar Posts