Sjómanskvinnuringur til Fuglafjarðar

Sjómanskvinnuringurin hevur fingið innbjóðing frá Sjómanskvinnuringinum í Fuglafirði.

Tey bjóða okkum á Toftum, at koma og vitja tey í missiónshúsinum í Fuglafirði í annaðkvøld, mánakvøldið 8. apríl, kl. 19.30.

Har hava tey fingið Alfred Olsen og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara at virka við.

Møguleiki verður at geva eina gávur til Sjómansmissiónina.

Um onkur ikki hevur fingið fart til Fuglafjarðar, so er bara at møta upp í missiónshúsinum kl. 18.45, har bilar koyra.

Allar kvinnur og menn eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts