Møtið í annaðkvøld á Vesturskin

Møti og føðingardagur á Vesturskin

Sunnudagin 19. mai, verður sunnukvøldsmøtið hjá Tabor, flutt oman á Vesturskin og byrjar klokkan 17.00. Møtið verður samstundis 80 ára føðingardagshald hjá sjómanskvinnuringinum á Toftum, sum byrjaði 14. mai. í 1939.
Á skránni verður felagssangur, duettsangur, andakt, frágreiðing við orðum og myndum, heilsanir, endi, innsavnan og drekka.  

Øll eru hjartaliga vælkomin á Vesturskin kl. 17.00.

Similar Posts